Kópurin, sum spældi í briminum

Ein dagin í oktober fekk Føroya Náttúrugripasavn fyrispurning frá manni, ið ein illveðursdag hevði tikið mynd av einum kópi, sum spældi í briminum – hvat var tað fyri gátufør dós við antennu, sum sat á grúkinum? Jú, tað kundi skjótt staðfestast, at hetta var ein av tíggju kópum, ið eru merktir við fylgisveinasendarum seinastu tvey árini. Hetta er gjørt fyri at kanna ferðingarmynstrið hjá føroyska kópinum

Tað var undir bakkanum í Koltri, at kópurin var avmyndaður henda illfýsna dagin í oktober í fjør. Ein dagin í juli hevði hon – tað var ein opna – svomið smidlig og óttaleys í sjóvarmálanum í Lokloysi vestantil á Sandoynni. Hon hevði ikki minsta gruna um, at henda dagin høvdu fólk frá Náttúrugripasavninum sett eitt garn júst har, hon kom svimjandi. Og hon varnaðist ikki garnið fyrr enn ov seint var.


Hon verður kvikliga loyst úr garninum og fingin niður í ein tættmeskaðan netaposa, soleiðis at hon ikki fær bitið frá sær. Umborð á bátinum verður hon varliga spent føst á plátu við fleiri spennum, soleiðis at hon liggur still. Síðan verður hon vaskað um grúkin, til ullin skínur. Hetta er umráðandi, tí límið stadnar eftir 10 minuttum, og fylgisveinasendarin má haldast stillur og fast at reinu ullini, fyri at fáa best møguligt festi.


Og so á sjógv aftur, kanska eitt sindur fjáltrað, tí hetta var ikki gerandiskostur, ið henni varð fyri. Men alt gekk væl hesa ferð eisini. Hvørki fylgisveinasendarin ella framferðarhátturin, ið hevur landsdjóralæknans vælsignilsi, ávirka kópin nevnivert. Sendarin losnar av aftur komandi vár, tá ið opnan losar.


Kópur á ferð

So er gerandisdagur aftur. Hon leggur út á ferð, óvitandi um at slóðin eftir hana endar á teldu í Havn. Hon er nógv vestan fyri Sandoynna, sum víst á 1. mynd, har hon reikar á økinum millum Høvdasund og Søltuvík. Men av og á fer hon so ein túr til Dímunar, og kanska ein lítlan túr víðari til Lítlu Dímun. Og so aftur móti Lokloysi; kanska hon steðgar undir Skúvoynni. Onkran dag er hon nakað úr landi. Men kortini er hon fyri tað mesta vestanfyri. Og so gongur leiðin til Kolturs. Á einum av teimum seks túrunum hagar rakar maður við hana.


Hin føroyski kópurin hevur eitt siðbundið ferðingarmynstur. Hann er heimkærur og heldur nógv til á sínum yndisøki, har hann eisini hevur eitt gott stað at leggja seg á land. Tá ið útlongsil kemur á hann, ja, so vitjar hann tey somu tvey-trý økini uppaftur. Honum dámar best at ferðast tætt undir landi, og hann fer ikki langt úr landi eftir føðini. Kanska dámar honum ikki at missa land úr eygsjón. Ella kanska hevur hann ikki fyri neyðini at fara longri útfrá. Hetta er niðurstøðan, eftir at farleiðin hjá tíggju kópum, í uml. sjey mánaðir fyri hvønn kópin, er sett á kort.


Tú kundi kanska havt væntað, at kópurin var eitt rekavætti, ið strýkur runt oyggjalandið, ið hóast alt ikki er stórt! Nei, kópurin hevur síni yndisøki. Hetta eru tey øki, ið kópurin kennir allarbest og har hann kennir seg heima; eyðsæð tí hann er trúfastur við tann stað, har hann einaferð varð lagdur?

Kópur má sigast at vera heimkærur, og tað skerst ikki burtur, at honum dámar best í briminum!


Kvidnar opnir

Gamalt er, at kópur fer á látrini at látrast um mikkjalsmessu. Í 2008 eydnaðist at merkja tríggjar kynsbúnar opnur. Tað var sjónskt, at tvær opnur úr Nólsoy bóru hvølp, meðan tað var meira ivasamt, um hin triðja úr Sandoy var kviðin. Spennandi var at fylgja við ferðingini, sum heystið leið, at vita nær og hvar opnurnar fóru at leggja. Ávikavist frá 29. september og 22 dagar fram og frá 10. oktober og 17 dagar fram fekst ikki samband við opnurnar úr Nólsoy. Sum sæst á 2. mynd, so vóru tær í Nólsoy beint fyri og eftir, so mest sannlíkt er, at tær hava lagt har. Somuleiðis var opnan úr Sandoynni, ið ikki fekst samband við frá 6. november og 15 dagar fram, stødd í sama stað, sum hon varð merkt. Bæði tíðin á árinum og tíðarbilið, ið opnurnar vóru á látrunum, samsvarar við tann kunnleika, ið er tøkur um láturkóp í grannalondunum.


Yndisøki

Undir Mykineshólmi eru flesjar, har ofta fitt av kópi er at síggja. Hóast eingin kópur var merktur í Mykinesi, so legði helmingurin av merktu kópunum leiðina framvið minst einaferð. Hetta staðfestir bara, at Mykines er eitt yndisøki hjá kópi, og at kópurin, ið stundum er nógvur undir oynni, er komin úr øðrum oyggjum eisini. Kanningin hevur somuleiðis víst, at Fugloy og Dímun eru øki, har kópur javnan ferðast til. Láturkópur heldur mest til á brimplássum, og honum dámar kanska best friðsæluna á útoyggj.


Heimsins minsti stovnur

Føroyski láturkópastovnurin, ið allarhelst er minsti sjálvstøðugi stovnur, er mettur at vera 2-3.000 kópar. Stovnurin er ongantíð mettur vísindaliga. Aðrastaðni meta tey láturkóp við at telja nósarnar, og so rokna tey stovnin við støði í lutfallinum millum nósar og eldri kóp.


Kanningin av ferðingarmynstrinum hjá láturkópi, ið er fíggjað av Granskingarráðnum, er liður í størri ætlan at fáa mett stovnin við Føroyar. At kenna stovnsstøddina er týdningarmikið, tá ið umsitingarlig fyrilit skulu takast og tá ið metast skal um, hvat pláss kópur hevur í vistskipanini. Kanningin hevur givið fyrstu upplýsingarnar um ferðing hjá og útbreiðslu av føroyska kópinum í tíð og stað. Hetta er hent vitan, tá ið føroyski kópurin skal setast í ein størri vistfrøðiligan samanhang.


Hildið hevur verið, at samband møguliga er ímillum láturkóp í Føroyum og ein nógv størri stovn í Bretlandi. Men kanningin vísir tvørturímóti, at føroyski láturkópurin er sera støðufastur, og at honum dámar best í briminum heima á klettunum – eins og avmyndaða kópinum í Koltri.


Er áhugi fyri at vita meir um ferðingina hjá teimum tíggju kópunum og um kanningina annars, ber til at vitja heimasíðuna hjá Náttúrugripasavninum, www.ngs.fo.


Fylgisveinar smetta

Positiónin hjá kópunum fæst frá fylgisveinum, ið sveima 850 km uppi í luftini. Sendarin er forritaður til at byrja at senda klokkan sjey á morgni, og hann sendir fyri hvørji 45 sekund, tó bert um kópurin er undan, inntil hann hevur sent 250 ferðir.


Fylgisveinar brúka móttiknu signalini at meta um, hvar hvør einstakur kópur er staddur. Neyvleikin hjá eini positión er knýttur at, hvussu nógv signal ein fylgisveinur hevur móttikið. Fylgisveinurin sveimar yvir kópinum í uml. 10 minuttir. Náttúrugripasavnið fær upplýsingarnar um kóparnar um alnetið. Bert positiónir, ið eru neyvari enn 1000 metrar, verða nýttar til at seta farleiðina á kort.