Fyri fyrstu ferð í 20 ár vunnu piltarnir hjá KÍ um vikuskiftið føroyameistaraheitið. Í seinasta dystinum vann KÍa tryggan sigur á HBb, og so høvdu teir tryggjað sær gullið.
KÍa endaði tvey stig frammanfyri HBa og fimm stig frammanfyri TB.
Kappingin í meistarabólkinum hjá piltum hevur í ár verið millum júst tey trý liðini.
Hini liðini í deildini hava ikki rættiliga megnað at staðið teimum bestu kurl, og av teimum bestu, var tað KÍa, sum hevði munin og vann kappingina.
KÍa fekk 25 av 28 møguligum stigum.










