Hjá teimum báðum feløgunum, sum í fjør vórðu dømd at tapa dyst í steypakappingini, veðrur fylgt væl við, hvussu leikur fer í málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen.
Málið er nevnliga meinlíkt tí, sum feldi B36 og KÍ fyri einum ári síðani. Eisini var málsgongdin tá tann sama, sum Dómsnevndin nú hevur ógildað. Nevnliga at tað var Starvsnevndin - og ikki Kappingarnevndin sum gjørdi úrskurð í málinum.
Tos um endurgjaldskrav fyri møgugligan inntøkumiss hevur eisini verið frammi, men enn standa bæði feløgini tó í bíðistøðu eftir, hvat hendir í málinum. Fyrsti ella skuldu vit kanska sagt triði parturin av svarinum fæst helst, tá Kappingarnevndin nú aftur fer at viðgera aktuella málið.










