Framfýsni, áræði, úthaldni og vilji at vinna eru orsøk til, at KÍ er ovast á støðutalvuni. Talan er um ungt lið, og fyrr í summar hava veikleikarnir verið at sæð, sum kunnu gera vart við seg, tá ið royndirnar ikki eru so nógvar.
Tá ið klaksvíkingar eftir langa sigursrøð vitjaðu í Gundadali og spældu ímóti javnaldrunum í HB, fekk KÍ ein orduligan lúsing. Ta ferðina var HB frammanfyri 3-0 í hálvleikinum, og tað endaði 5-0. Tá varð spurningur settu við, um KÍ fór at megna at reisa seg aftur. Tað gjørdi KÍ, sum undan fríggjakvøldinum hevði vunnið seks ferðir á rað.
Fríggjakvøldið sá tað út til, at tað aftur skuldi verða heilt galið, tá ið Filip Djordjevic við fínum fløtum skoti av brotsteigarmarkinum legði Víking framum 3-0.
Tað kom dátt við. Heimamenninir vóru uppsettir, tá ið teir komu út aftur til 2. hálvleik. Páll Guðlaugsson hevði givið teimum ein orduligan vals eftir laka avrikið undan steðginum. Tá var Víkingur greitt omaná.
Serliga fyrstu tjúgu minuttirnar var munurin eyðsýndur. Evrard Blé og Niclas Niclassen høvdu gott tak á sentrala verjukenda miðvøllinum, Filip Djordjevic var sera uppsettur og væl upplagdur á framrættaða miðvallarplássinum, og í borðunum var tað fragd at síggja Sølva Vatnhamar og serliga Kaj Leo í Bartalsstovu mest sum eftir vild sneiða og snara seg leysar og birta møguleikar bæði fyri sær sjálvum og liðfeløgunum.
Gestirnir skoraðu hesa løtuna tvey mál ímóti skinklandi KÍ, sum hevði ilt við at fáa miðvallarspælið at rigga, og sum var um ein háls í verjuspælinum, hóast Víkingur ongan rættuligan álopsspælara hevur.
Uppskriftin
Menninir hjá Jógvani Martin Olsen vóru sera tilvitaðir. Í verjupartinum syrgdu teir fyri at hava Hjalgrím Elttør í stuttum tjóðri, og teir høvdu avgjørt einki ímóti, at tað vóru miðverjarnir hjá KÍ, sum kendu seg noyddar at leggja langar sendingar, tá ið tolið var uppi, tí tað ikki slapst ígjøgnum.
Vikingarnir vóru rættuliga skjótir í umstillingini, tá ið teir skoraðu tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað eftir, at annar av KÍ miðverjunum hevði mist bóltin frammarlaga í vinstru, og eftir at Víkingur við fáum statiónum hevði brotið ígjøgnum í hinum borðinum, og liðformaðurin Sølvi Vatnhamar hevði umsett innleggið til mál.
Í seinna førinum var talan um einmansavrik hjá framúr væl upplagda Kaj Leo í Bartalsstovu, sum sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru smekkaði bóltin í handara síðunetið. Og tað kundi verið uppaftur meiri, men Andras Gango snittaði eftir skotroynd frá Hjartvardi Hansen bóltin á tvørtræið.
Endurreisnin
At tað ikki endaði sum ímóti HB 28. mai ber boð um, at ungu klaksvikingarnir hava ment seg. Hóast 3-0 málið var øgiligt skot fyri bógvin, so fótaðu teir sær. Um enn teir undan steðginum ikki høvdu spælt seg til upplagdar málmøguleikar, so høvdu spentar støður verið, tá ið tvørbóltar komu í brotsteigin. Tá var Heðin á Lakjuni tann mest eyðsýndi í gjøgnumbrotsroyndum.
At Heðin Klakstein varð settur á vøllin hjálpti væl í framrættaða partinum, og eisini innskifti Ivan Joensen vísti, at hann er gávuríkur. Hjalgrím Elttør fekk betri pláss, og tá ið John Hammer eftir lítlan tíma skoraði eftir horna, tóktist tað sum um, at ungu menninir trúðu uppá, at tað, sum ikki tóktist gjørligt, kortini skuldi verða veruleiki.
At Víkingur lítla løtu seinni varð undirmannað, eftir at Hans Jørgen Djurhuus hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð, bar við sær, at KÍ spenti álopsbogan meiri. Flótandi samanspælið kom ongantíð til sín rætt, men trýstið á Víkinga málið øktist støðugt, og tað var fantastiska intenst og spennandi, tí samstundis lúrdu víkingarnir eftir møguleikanum at økja um leiðsluna.
Onkra ferðina var tað rættuliga vandamikið. Besta møguleikan fekk vinstri vongverjin Hanus Jacobsen, tá ið støðan var 3-2, men eitt sindur úr vinstru sendi hann bóltin upp um málið.
Í Pálli Klettskarð hevur KÍ fingið nýggjan málrev. Hann er toppskjútti í Effodeildini, og tað var hann, sum úr stuttari fjarstøðu skoraði bæði til 2-3 og 3-3. Í báðum førum var tað eftir innlegg úr vinstru, og í báðum førum var sera tætt kring málskjúttan.
Áskoðarafjøldin var á gosi, og tað var um reppið, at klaksvíkingar fingu sigursmálið, men tað hevði kenst sum ov nógv av ti góða!
Ivaleyst høvdu teir undan dystarbyrjan góðkent javnleik, men tað var einki at siga til, at víkingarnir vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið Lars Múller hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Klaksvíkingarnir høvdu ilt við at fara av vøllinum. 3-3 kendist sum sigur, og áskoðarafjøldin vildi ikki sleppa gørpunum, sum tykjast hava lært av royndunum.
Tað er tiltikið strevið at vinna síðsta teinin upp á toppin. Spyr bara teir, sum hava verið á Mont Everest! KÍ kendist darvað av støðuni á toppinum, men tað loysnaði, og næstu dagarnar fer prátið har norðuri at snúgva seg eitt sindur um Summarfestivalin og veðrið og nógv um toppuppgerðina ímóti EB/Streymi, sum verður á skránni fríggjakvøldið.
Framfýsnið, áræðið, úthaldnið og viljin, sum skulu til at takast í toppinum, eru partur av blandingini hjá Pálli Guðlaugsson og toppliðnum í Effodeildini, og tað kann bera langt!










