Árligu Djóradagarnir hjá Føroya Ríðingarfelag vóru nú farna vikuskiftið. Sum vant vóru sera nógv fólk og vitjaði úti í Havnardali.
Eitt tað, sum tey vitjandi forvitnaðust mest um, var "systkinabarnið" hjá Freddie, sum, tá alt kom til alt, vísti seg at vera systur Freddie.
Navnakapping hevur verið um navn til fitta kvígukálvin, og tað endaði við, at hon fekk navnið Frísa. Tað var Jens Marni Hansen, sum átti vinnandi uppskotið. Um 300 uppskot komu inn til hesa heldur øðrvísi navnakappingina sum endaði á Djóradøgum.
- Djóradagar 2016 hava annars gingið uppá stás. Mtt verður, at tað aftur í ár hava verið omanfyri 5000 fólk á økinum hesar báðar dagarnar. Tað krevur sjálvsagt sítt at fyrireika og reka slíkt tiltak. Uttan tey áleið 150 sjálvbodnu, sum so ella so taka eitt tak, var hetta stóra tiltak als ikki gjørligt, sigur Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag, sum skipaði fyri djóradøgunum.