Kálvur Lítli og Húsfrúgvin á Eplafestivali

Í fjør og fyrraári vóru tvær serøl bryggjaðar til Eplafestivalin, og í morgin verður høvi at leska sær av teimum báðum.

Á Eplafestivalinum í fjør kundi ølin - Húsfrúgvin - keypast. Ølin var eitt serbryggj hjá Føroya Bjór, sum Annika Waag og Johan Mortensen í felag stóðu aftanfyri. Árið fyri var eisini ein serbryggjað øl, nevniliga Kálvur Lítli.

Í morgin, tá Eplafestivalur aftur verður í Trøðum á Sandi, verður eingin nýggj øl, men sambært Johan Mortensen verða báðar ølirnar, Húsfrúgvin og Kálvur Lítli, at fáa. Tey bæði vóru vinfólk í 1400-talinum.

Johan Mortensen veit í kvøld at siga, at serbryggini, Kálvur Lítli og Húsfrúgvin, verða at fáa til keyps á Verkstaðnum hjá Jógvan Gubba. Pubbin, sum enn einaferð verður í hesum hølum, letur upp í morgin klokkan 14.

Tað er kendi og dugnaligi listamaðurin, Archibald Black, sum meistarliga hevur teknað, ávikavist Kálv Lítla og Húsfrúnna, sum etikettir á báðum ølunum.