KÍ longt við lyklaleikarar

Silvurvinnararnir frá í fjør, KÍ, hava av álvara spílað seg út við at styrkja um hópin, og í dag hevur felagið longt sáttmálarnar við tríggjar av leikarunum, harav tveir teirra eru lyklaleikarar.


Talan er um Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð. Harafturat hevur Jóannes K. Danielsen eisini longt um sáttmálan. Hetta skrivar heimasíðan hjá KÍ í dag.


20 ára gamli Jóannes Bjartalíð skeyt í fjør tilsamans 22 mál fyri KÍ, og tað er einki at taka seg aftur í, at bæði hann og 30 ára gamli Semir Hadzibulic hava alstóran týdning fyri KÍ. Báðir vóru teir eisini á ársins liði í Effodeildini í fjør.


Jóannes K. Danielsen er 19 ára gamal. Hann hevur áður gjørt um seg í U18 og í løtuni mest í 1. deild, men – sum sáttmálin eisini prógvar – so er vón um at hann fer at fáa eitt gjøgnumbrot á besta liðnum.


Allir tríggir hava skrivað undir sáttmálar, ið eru galdandi fram til og við 2019.