Kølna sera skjótt í vatni

Jón Bjarnason, svimjivenjari, telist sjálvur millum teirra, sum hava lopið á blámann. Men hann leggur áherslu á, at fólk mugu ansa sær, tá hetta verður gjørt

Jón Bjarnason sigur fyrst og fremst, at hann als ikki vil mæla fólki frá at leypa á sjógv, tí hann hevur ongan hug at taka stuttleikan frá fólki.
Men hann leggur afturat, at vit mugu nýta vit og skil, og honum dámar tað als ikki, um talan er um drukkin fólk ella smábørn, sum fara á blámann.
- Vit hava nakrar mekan­is­mur í kroppinum, sum gera, at vit tola kulda. Men fyri tað fyrsta, so rigga hesar als ikki hjá fullum fólki. Og fyri smá­børn er galdandi, at tey hava eina stóra kropsflatu í mun til vektina, og tí kólna tey nógv skjótari, enn vaksin fólk gera.
Og kólnar kroppurin bara eitt sindur, so er stórur vandi á ferð, sigur Jón Bjarnason.
- Bara kropshitin fer eini tvey stig niður, so koma vit í støð­ur, har vit missa førleika at brúka armar og bein. Og kanst tú ikki tað, so sigur tað seg sjálvt, at tú ert í vanda fyri at drukna. Og fellur krops­hitin niður á 32 stig, so miss­ir tú vitið.
- Og tú skalt minnast til, at tað gongur øgiliga skjótt at missa kropshita, tá tú ert í køldum vatni. Í mun til kalda luft, so tekur tað bara 1/32 part av tíðini at køla kroppin í køldum vatni. Van­liga verður sagt, at tað er 50% møguleiki hjá einum van­ligum manni at svimja 50 metrar í køldum sjógvi, utt­an at fáa hypotermia, sum tað eitur, tá kroppurin gerst ov kaldur. Tað gongur bara ein minuttur ella so, áðr­enn kroppurin gerst ov keldur, og hjá einum full­um persóni, har vanligu verju­mekan­is­mur­nar ikki rigga, kann spurn­ing­urin væl verða um sekund, áðrenn tað gongur galið.
- Og so vil eg sjálvandi eisini heita á fólk um at lata vera við at loypa á sjógv, um tað er myrkt. Tað sigur seg sjálvt, at tá verður trupult hjá øðrum at leita eftir tær, um illa vil til. Tað er logikkur fyri likkur, sum vit taka til, sigur Jón Bjarnason.