Kølið millum Libya og Algeria

Uppreistrarleiðslan í Libya er so ill um, at Algeria hevur tikið ímóti konu Muammar Gaddafi, trimum børnum teirra og nøkrum abbabørnum, er hon leggur grannalandið undir beinleiðis ágang. Samstundis siga talsmenn hjá uppreistrarmonnunum, at hendingin kann elva til eina diplomatiska kreppu millum tey bæði londini.

Uttanríkisráðið í Algeria váttaði í gjár, at kona Gaddafi, Sofia, dótturin Aisha, synirnir Hannibal og Mohammed og nøkur abbabørn vóru komin um markið. Tíðindini fullu ikki í góða jørð í Libya.

-Vit ávara øll ímóti at verja Gaddafi og synir hansara. Vit jagstra teir, tí vit ætla at taka teir, sigur Mahmoud Shamman, sum er talsmaður fyri uppreistrarráðið NTC, við Reuters.

Algeria hevur ikki viðurkent uppreistrarleiðsluna í Libya.