Eftir frálíka úrslitið ímóti grikska stórfelagnum PAOK hósdagin, kunnu KÍ-kvinnurnar við sigri í dag fáa 2. plássið í Champions League bólkinum, tær luttaka í.
KÍ er við í Champions League bólkaspæli, har hini liðini eru Apollon av Kýpros, PAOK úr Grikkalandi og Hajvalia úr Kosovo. KÍ tapti fyrsta dystin greitt fyri vertunum úr Apollon, men fekk síðani óvæntaðan javnleik ímóti PAOK.
Tað hevur við sær, at um KÍ-kvinnurnar megna at vinna seinasta dystin í bólkaspælinum í dag, kunnu tær enda sum nummar 2 í bólkinum.
Mótstøðuliðið í dag luttekur fyri fyrstu ferð í Champions League kappingini, men meistararnir úr Kosovo hava fingið góð úrslit. Tær taptu tepurt fyri Apollon og spældu javnleik ímóti PAOK.
Spurningurin er so, hvussu KÍ og Hajvalia eru fyri, nú triði dysturin innan 6 dagar skal spælast, og hvussu liðini standa til hvørt annað. Tað verður aftur heitt í Limassol í dag, seinnapartin verður hitin væl omanfyri 30 stig.
Dysturin millum KÍ og Hajvalia byrjar kl 15:15, og tað ber til at fylgja við live-frásøgn á heimasíðuni hjá UEFA her.










