KÍ kappast í Klaksvíkskappingini sum topplið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Formaðurin í KÍ staðfestir, at spenningurin um Klaksvíkskappingina er serliga stórur í ár

Leygardagin og sunnudagin verður Klaksvíkskappingin í fótbólti.

 

Skráin fyri Klaksvíkskappingina er hendan:

 

Leygardagin 25. februar:

Kl. 13.00: Víkingur-B36

Kl. 15.30: KÍ-NSÍ


Sunnudagin 26. februar:

Kl. 13.00: Dystur um 3. plássið

Kl. 15.30: Finalan

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ staðfestir, at spenningurin um Klaksvíkskappingini hevur sjáldan verið størri norðuri í Klaksvík. Undanfarnu árini hevur KÍ verið við, sum eitt miðallið í bestu deildini frá undanfarna kappingarárinum, men hesaferð kappast KÍ, sum eitt av Topp-4 liðunum frá undanfarna kappingarárinum.

 

Bæði leygardagin og sunnudagin kunnu fólk keypa atgongumerki til báðar dystirnar fyri 80 krónur. Í KÍ-høllini verða eisini veitingar til tey, sum treingja til ein heitan munn ella okkurt ábit.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát við Tummas Lervig um Klaksvíkskappingini, sum fer at geva nakrar ábendingar um hvussu topp-4 liðini í effodeildini í fjør eru væl fyri. 

 

Hæddarpunkt frá øllum fýra dystunum verða at síggja á in.fo hetta vikuskiftið.