KÍ hevur tað betur uttan meg

Møguleikin at taka eitt ár afturat á hægsta støði og sannføringin um, at KÍ er væl mannað á málverjasessunum vóru týðandi orsøkir hjá Jákupi Mikkelsen, tá hann skrivaði undir við ÍF

Fótbóltur

»Hetta var ikki mátin, sum eg ætlaði at enda uppá. Nú eru vit fluttir niður, og eg ætli mær at gera mítt til, at KÍ sum skjótast kemur upp aftur í fremstu deildina.«
Soleiðis segði Jákup Mikkelsen, tá tað eftir kappingarárið í fjør stóð greitt, at KÍ fyri fyrstu ferð í søgu felagsins mátti niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár.
Seint í gjárkvøldið skrivaði Jákup Mikkelsen undir sáttmála við ÍF, og við hesum er greitt, at tað verður uttan Jákup Mikkelsen, at KÍ skal royna at vinna seg uppaftur.
- Tað er eingin einføld orsøk til, at eg skifti til ÍF. Teir settu seg í samband við meg fyri eini viku síðani ella so, men eg vildi ikki taka støðu alt fyri eitt. Støðan kring KÍ hevur verið rættiliga turbolent seinastu vikurnar, og fyrst og fremst vildi eg tryggja mær, at alt rokið kring venjaramálið var av, áðrenn eg tók støðu til, hvar mín framtíð lá.
- Nú er so friður á tí økinum, og so havi eg hugsað um, hvat var best at gera. Eisini fyri KÍ, sum eg haldi vera væl stillað á málverjaplássinum, nú Gunnar á Steig er komin aftur til felagið, og har vit eisini hava Eilir Arge sum ein framtíðar málverja. Á tann hátt er kanska meira perspektiv í, at tað er ein annar málverji enn eg, sum stendur millum stólparnar hetta kappingarárið, sigur Jákup Mikkelsen.
Og hvussu við tær sjálvum. Er hetta samstundis ein møguleiki hjá tær at taka eitt ár afturat á hægsta stigi?
- Sjálvandi er tað tað. Nú havi eg spælt í somikið nógv ár í bestu deildini. Og tí er tað avgjørt ein stórur motivatiónsfaktorur, at tað verður í fremstu røð, at eg skal spæla.
- Enn kenni eg ikki tað heilt stóra til hópin hjá ÍF. Eg kenni sjálvandi Abraham Løkin, sum er venjari, og Rógva Jacobsen, og teir báðir eru bæði ídnir og nærlagdir. Og í aðrar mátar haldi eg, at hópurin hjá teimum sær rættiliga spennandi út, so hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum eg gleði meg til, sigur Jákup Mikkelsen.
Umframt Jákup Mikkelsen hevur ÍF eisini havt Eyðun Madsen sum málverja. Sum skilst er tó ivasamt, hvussu nógv hann ger við fótbóltin í ár, men Fróði Poulsen, sum hevur verið til sjós, verður eisini millum málverjarnar.

---

Fakta um Jákup Mikkelsen
Jákup Mikkelsen
Føddur: 14. august 1970
Spælt við:
-1994 KÍ
1994-2001 Herfølge (DAN)
2001-2003 Molde (NOR)
2003-2004 Partick Thistle (SKO)
2004 KÍ
2005-2007 B36
2008-2009 KÍ
2010-? ÍF
Hartil 67 landsdystir fyri Føroyar

Vunnið
FM: 1991 (KÍ), 2005 (B36)
Løgmanssteypið: 1994 (KÍ), 2006 (B36)
DM: 2000