Á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag fríggjadagin vísti roknskapurin yvirskot á 500.000 – eina hálva millión – krónur. Tað var samtykt at lækka limagjaldið niður í helvt.
Tað skrivar Norðlýsið.
Tummas Lervig, formaður, boðaði frá, at hetta var seinastu ferð, at felagið hevur serskyldan roknskap at taka støðu til. Sambært nýggju UEFA-krøvunum skal KÍ gera konsernroknskap fyri KÍ, Stjørnuna, Sp/f KÍ og KÍ-høllina næsta ár. KÍ eigur helvtina av partapengunum í P/F KÍ-høllin.
Tummas Lervig var afturvaldur sum formaður.