KÍ gentur eru føroyameistarar

Undan seinasta dystinum hjá KÍ í dag var greitt, at genturnar úr Klaksvík longu høvdu tryggjað sær føroyameistaraheitið.

 

Seinasti dysturin var ímóti HB, og hendan dystin vann KÍ 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

KÍ genturnar vunnu í summar steypakappingina, og tær hava tí vunnið greipuna í hesum árinum.

 

Fleiri av gentunum spæla eisini við 1. deildarliðnum hjá KÍ, sum hevur vunnið steypakappingina í ár og liggur á odda í landskappingini undan seinastu umførunum.

 

Harvið kann staðfestast, at kvinnufótbólturin hevur tað serstakliga gott í Klaksvík.