Jeppe Borch, sum síðani á sumri 2015 hevur starvast sum høvuðsvenjari hjá KÍF, fær eftir hetta kappingarárið eitt nýtt starv. Hann skal nevniliga vera venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum.
Hesum boðar Neistin frá í kvøld. Áðrenn Jeppe, sum er úr Odense, kom til Føroya, var hann venjari í níggju ár á Skolerne i Oure Sport & Performance.
Venjari hjá Neistanum í ár hevur verið Scott Harrington.