KÍF vann tepran sigur á Kyndli

Í seinasta dystinum hetta kappingarárið eydnaðist tað KÍF at vinna 21-20 á Kyndli

KÍF endaðu kappingarárið við sigri, tá ið kollfirðingar vunnu 21-20 á Kyndli í Havn.
Tað var seinasti dystur hjá hesum báðum liðum í ársins FTZ-deild.

 

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik og skiftust um leiðsluna. Hálvleiksstøðan gjørdist 10-9 til KÍF.

Í øðrum hálvleiki helt gongdin fram, og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Tað vóru kollfirðingar, sum høvdu hesa leiðsluna til tíggju minuttir vóru eftir, tá ið Kyndil javnaðu til 18-18.

Seinastu løtuna av dystinum skiftust liðini aftur at skora eitt í senn, og tá ið KÍF løgdu seg á odda 21-20, var ikki tíð hjá Kyndli at svara aftur, og dysturin var av.

 

Sostatt eydnaðist tað kollfirðingum at førka seg av aftasta plássinum í ársins seinasta dysti. Team Klaksvík kann tó leggja seg fram um KÍF aftur, um teir fáa stig móti VÍF leygardagin.

 

Hjá KÍF gjørdist Hans Eli Sigurbjørnsson sum ikki einaferð toppskjútti við sínum 8 málum.

Hjá Kyndli fekk Bartal Klein Olsen flestu málini. Hann fekk 5.

 

Bert tveir dystir eru nú eftir í grundspælinum. Teir vera leiktir leygardagin. Støðan áðrenn hesar dystirnar sær soleiðis út:

 

1H71 236135654834
2Neistin 246285715733
3VÍF 236646481628
4Kyndil 246025891326
5StÍF 23623641-1815
6KÍF 24597640-4314
7Team Klaksvík 23550623-7314