KÍF-VÍF 29-24 (14-8)
Móti VÍF eru kollfirðingarnir vanliga væl tendraðir, og hetta var eisini stóri munurin fyri steðgin.
Vestmenningar komu betri við í seinna hálvleiki, men tað kostaði nógvar kreftir, tá teir royndu at vinna seg aftur í dystin, og so kundi KÍF seta trumf á seinastu løtuna.
Fyri KÍF skoraði Damir Oros 8 ferðir. Karl Johan Djurhuus og Sjúrður Poulsen skutu 5 mál í part fyri VÍF.










