Høllin í Hoyvík verður í kvøld karmur um fyrstu FM finaluna hjá monnum. Í Kollafirði dragast fleiri spælarar við skaða, men væntandi spæla allir í kvøld.
Leygardagin sótu heili seks mans uttanfyri til venjing hjá KÍF. Teir vóru Tony Weyhe, Ási Dam, Andrias Nielsen, Rúni Joensen, Niclas Selvig og Fríði Weyhe. Sum skilst er størsta ivamálið Tony Weyhe, sum bleiv skaddur í dystinum móti Team Klaksvík fríggjakvøldið.
KÍF er stórur favorittur undan FM finalunum, har spælt verður best av trimum. KÍF hevur verið oddalið í landskappingini at kalla alt kappingarárið og vann sannførandi steypafinaluna.
H71 vann seg í evstu løtu í FM finaluna við 24-22 sigri á VÍF leygardagin. Hetta er fyrsta finalan og H71 hevur heimavøll. Leygardagin møtast liðini aftur og tá verður tað í Kollafirði. Verður neyðugt við eini triði FM finalu, so verður hon í Kollafirði sunnudagin.
Atlantic Airways deildin - FM finalan:
H71 KÍF (20.00) Beinleiðis á Rás2