26 ára gamli Milic Curcic hevur spælt í føroyskum fótbólti seinastu trý árini. Hann kom í 2005 til Skála at spæla, og fyrsti dystur hjá honum var ímóti júst KÍ tann 19. apríl 2005. Síðani hevur Milic Curcic bert verið burtur tveir dystir hjá Skála, so talan er um um ein sera støðugan spælara.
KÍ hevur í eina tíð fylgt Milic Curcic, og um vikuskiftið skrivað felagið undir sáttmála við spælaran.
- Milic er ein góður og nærlagdur verjuspælari, sum er í einum góðum aldri. Hann er seriøsur og miðvísur, og hann hevur hildið eitt høgt støði í føroysku kappingini. Vit rokna við at fáa stóra gleði av honum, sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari.
Milic Curcic er vinstrabeintur og kann spæla bæði sum miðverji og vinstri bakkur.
- Mær hevur dámt sera væl á Skála, men nú var tíðin komin til at royna nakað nýtt, og eg eri fegin um at hava gjørt avtalu við KÍ, sum er millum stóru feløgini í Føroyum, sigur Milic Curcic.