KÍF legði hart út

Um tað var, tí kollfirðingar eru øgiligir ella klaksvíkingar ræðuligir, skal ikki verða sagt, men sigurin hjá KÍF var í øllum førum sannførandi

Alt síðsta kappingarár var KÍF á odda í landskappingini, enntá sannførandi, og einki røkist fyri, at ætlanin er at gera annað henda veturin eisini. Tað gekk í øllum førum sjón fyri søgn, tá Team Klaksvík vitjaði leygardagin. Í fyrra hálvleiki sluppu klaksvíkingarnir, sum síðsta kappingarár ikki fingu so mikið sum eitt stig, bara at skjóta fimm mál og eftir steðgin átta – tað var alt!
Sum so ofta, so sigur máltalvan einsamøll kanska ikki alla søguna, tí Team Klaksvík fekk rættiliga tíðliga í dystinum Dánjal Kjærbo útvístan, men allíkavæl er tað øgiliga nógv í bestu mansdeildini at tapa við 21 málum.
Hinvegin er tað kanska eitt úrslit, ið sigur minst líka nógv um kollfirðingar, ið vóru skjótir at taka av, tá mótstøðan bleiv undirmannað, og heldur ikki í seinna hálvleiki bleiv slakkað nakað av, og tí gjørdist sigurin so greiður.
Ein dystur er sjálvandi ov lítið grundarlag til at koma við gitingum um annað ella hitt liðið, men ábendingarnar tala í øllum førum fyri, at tað aftur í vetur fer at vera strævið hjá Team Klaksvík at fóta sær, hóast liðið á pappírinum sær út til at verða munandi frægari enn síðsta vetur, so stigaleyst verður tað neyvan.
Hinvegin kann greiði sigurin hjá KÍF vera ein ávaring til fleiri av hinum liðunum um, at KÍF er har, sum liðið síðstu tveir vetrarnar hevur verið. Í øllum førum vístu kollfirðingar frá byrjan hetta kappingarárið, at greipuvinnararnir eru væl upplagdir og ætla sær at fara allan vegin.