KÍF gav StÍF ein kvøkk, tá liðini hittust á Skála sunnudagin. KÍF legði harðliga fyri og fór fram um 3-0 beinanvegin.
StÍF royndi at stríða seg inn í dystin aftur, og teir javnaðu til 7-7. Men so fór KÍF aftur fram um, og leiðslan helt sær restina av fyrra hálvleiki. Eina løtuna var KÍF á odda við fýra málum, og tá kendi heimaliðið seg noytt til at bróta dystin av fyri at hava time-out.
Teir ráðførdu seg um støðuna, og tá liðini løgdu aftur til brots, kláraði StÍF at taka seg tvey mál inn á KÍF, so støðan í hálvleikinum var 14-12 til KÍF.
Tað vóru serliga Dorica Tomic og Regin Petersen, sum í fyrra hálvleiki gingu undan at gera mál fyri KÍF, og hóast teir á heimaliðnum royndu sítt ítarsta, so vóru teir við undirlutan fyrsta hálva tíman.
Gongdin vendi
Leiðslan hjá KÍF helt sær fimm minuttir inn í seinna hálvleik. StÍF fekk nøkur tøtt mál, og tá støðan var 18-16 til StÍF, vóru tað gestirnir, sum kendu seg noyddar at halda time-out.
Hóast teir vóru ídnir, tá teir fóru aftur at spæla, so hevði heimaliðið nú sett seg á dystin, og KÍF kláraði ikki at venda gongdini aftur. Kollfirðingar hingu uppi í StÍF, men strandingar øktu spakuliga um leiðsluna.
Sveinur Justinussen var tryggur, tá hann í fimm førum varð settur at skjóta brotskast. Brotskøstini vóru dømd, eftir at kollfirðingar vóru í so ídnir í verjuspælinum, tá strandingar byrjaðu at finna holini og spæla seg til opnar kjansir.
Dysturin endaði við 30-26 til StÍF, og tað vóru teir á heimaliðnum væl nøgdir við. Teir høvdu verið aftan fyri í 35 minuttir, men so vendu teir gongdini og kláraðu at vinna ein fýramáls sigur, tá samanumkom.
KÍF vísti ágrýtni og gott spæl í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kláraðu teir ikki at seta neyðugu forðingarnar fyri StÍF, sum 18 av sínum 30 málum seinna hálva tíman.
Dysturin í tølum:
StÍF-KÍF 30-26 (12-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 8 (5), André Danielsen 6, Costin Domistrescu 5, Artur Johansen 3, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Alexander Johansen 2
KÍF: Durica Tomic 9 (1), Petur Martin Poulsen 4, Regin Petersen 4, Iljan Topic 3, Jákup Dam 2, Petur Martin Johansen 1, Kristian Madsen 1, Vagnur Johannesen 1, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst: StÍF 5, KÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Uni Wardum