Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar mánadagin, er annar partur av greinarøðini um spælaramenning í føroyskum fótbólti. Her verður millum annað við HB um nógvu ungdómsspælararnar, men eisini fyrrverandi høvðusungdómsvenjari hjá KÍ, Jóan Pauli Jacobsen, kennir trupulleikan aftur.
KÍ eisini avbjóðandi umstøður
Í ÍtróttarSosialinum hesa ferð er annar partur av greinarøð um spælaramenning í føroyskum fótbólti. Í greinarøðini verður tosað við Milan Cimburovic, høvðusungdómsvenjara í HB. Hann greiðir frá, at felagið hevur torført við at hýsa øllum ungdóminum, sum ynskir at spæla fótbólt.
Les eisini: HB 100 spælarar á vøllinum í senn
Í Klaksvík er trupulleikin ikki ókendur. Jóan Pauli Jacobsen, sum fyri kortum fekk A-venjaraprógvið frá FSF, hevur í fleiri ár verið bæði ungdómsvenjari og høvðusungdómsvenjari. Hann kennir trupulleikarnar aftur.
- Vit hava eisini havt upp móti hundrað spælarar á vøllinum í senn. Tað er bara ein vøllur og tí venja fleiri árgangir samstundis. Vit eru kanska ein venjari fyri hvørja 20 spælarar, sigur Jóan Pauli Jacobsen um støðuna hjá KÍ.
Hann heldur, at eitt betri lutfall hevði verið ein venjari fyri áleið 10 til 12 spælarar. Fyri at loysa trupulleikan í Klaksvík væntar hann, at tað verður neyðugt við ungdómsvenjarum, ið eru venjarar burturav.
- Tá kunnu tey yngru byrja at venja fyrr um dagin. Tá verður venjingardagurin longdur við nøkrum tímum. Tað kann verða ein loysn, sigur Jóan Pauli Jacobsen og leggur afturat:
Brot úr grein í Sosialinum 19. juni 2017
- Avbjóðingini er at finna venjarar, tí vit hava nokk spælaratilfeingi. Vit hava eitt mál um, at vit ynskja at bestu venjararnir venja tey yngstu í felagnum. Vit eru á rættari leið, men eru ikki komin á mál enn, sigur Jóan Pauli Jacobsen.
KÍ hevur um 500 íðkandi limir, 40 ungdómslið og 30 venjarar.
Jóan Pauli Jacobsen um spælaramenning í føroyskum fótbólti:
- Fleiri venjingartímar, helst 3½ tíma um vikuna til tey yngstu
- Eggja til nógva sjálvvenjing
- Byrja fyrr við kropsligari venjing, serliga core-venjing
- Nógvar, rættiliga nógvar, bóltnertingar hvørja venjing. Um 800 til 1000 til hvønn spælara
- Nógva spælvenjing. Tað er; fáir spælarar á lítlum øki
- Venja alt árið, eitt nú futsal um veturin
- Skjótleikavenjing og størri dent á renniteknikk
- Goyma útveljingina til so seint sum gjørligt. Kvalitetsvenjing til nógv fleiri spælarar í nógv longri tíðarskeið
Brot úr 1. parti í greinarøð:
Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti
Les eisini: (Jógvan Martin Olsen) Ein fjórðing til ungdómsdeildina
Les eisini: (Thomas Thinggaard) Mugu blíva betri við bóltinum