Jupiter kemur á Fuglafjørð í kvøld

Sambært heimasíðuni jn.fo kemur Jupiter á Fuglafjørð í kvøld at landa

Jupiter er á veg inn, eftir at teir hava verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, skrivar jn.fo. Teir koma á Fuglafjørð seint í kvøld, og veiðan, sum er 1.200 tons av sild, verður landað til Pelagos, tá ið virkið er liðugt at taka ímóti fiski frá Arctic Voyager.

Sambært jn.fo liggur sildin um 390 gram í miðal.