Junior Kids vunnu FIRST LEGO League

Leygardagin var stóra kappingin um at byggja LEGO robottar og gera uppskot um fyribyrging av veðurlagsbroytingunum. Junior Kids av Skála vunnu kappingina, og eru nú klár at fara í norðurlendska kapping

Skálabørn eru ófør, tá tað kemur til FIRST LEGO League. Tað vísa hagtølini, tí børnini av Skála vunnu bæði í fjør og í ár. At tey vóru mett at vera favorittar at vinna kappingina er ikki løgi, tí í fjør vunnu tey og gjørdust næstbest í norðurlendska umfarinum. Hetta gav teimum ein vinning, sum var at sleppa til Atlanta at luttaka í kapping har.

- Tá vit komu til Amerika gekk ikki nakað serligt. Robotturin gekk fyri, so tað var ikki gott, men tað var ótrúliga stuttligt, sigur ein av teimum, ið luttók í kappingini í fjør. Í ár er hann ikki við, tí hann hevur fingið til uppgávu, at hjálpa einum yngri liðið av Skála.

Í ár gekk heldur ikki nakað serligt at byrja við í kappingini.

- Tað var okkurt, sum kiksaði við robottinum at byrja við, men vit gjørdu hann í ordan, og kláraðu okkum betur í seinnu umførunum. Síðani komu vit í finaluna og har vunnu vit. Vit vunnu eisini teknisku avbjóðingina, tað er har mann greiðir frá um robottin, greiðir Tóra Johannesen, ið er ein Junior Kid, frá. Hon leggur afturat, at tey kláraðu seg nøkulunda í øllum og vóru tilnevnd til allar premiurnar.

- Eg haldi eisini, tað vera stuttligt, at øll eru í so góðum lag. Mann lærir nógv at kenna, og so fær mann eisini stig fyri at tosa við hini liðini, so tað má mann gera, sigur Tóra Johannesen.

Tað eru mest foreldrini, ið taka sær av Junior Kids, men Skála skúli er kortini sera fegin um kappingina.

- Í fyrstani var ein lærari við hjá teimum, men seinastu árini hava tað mest verið foreldrini, ið hava skipað fyri. Vit eru sjálvandi sera errin av teimum, og vit gleðast saman við teimum. Tað er eisini sera hugtakandi, at børnini eru so íðin at søkja vitan sjálvi, fortelur Hans Jákup Andreasen, skúlastjóri í Skála skúla.


Stuttligur dagur

Tað var gleði og gleimur í Klingruni hjá Føroya Tele leygardagin. Ein rúgva av spentum børnum og foreldrum vóru har. Tónleikur og róp vóru at hoyra alla tíðina, og tað var onki andlit, ið ikki smíltist, hóast nógv vóru ørkymlaði tá robotturin ikki gjørdi tað hann skuldi.

Stóri trupulleikin við robottunum var stýrisskipanin, har teir ofta ikki loystu uppgávurnar heilt sum teir skuldu. Men sinnið á børnunum hevði eisini sína ávirkan á robottarnar.

- Børnini eru ofta so nervøs, tá tey skulu kappast. Seta tey robottin eitt sindur skeivt tá ið tey byrja, so kann tað ikki ganga væl. Men hetta er ótrúliga stuttligt, og eg rokni við, at tað gongur betur hjá teimum út á dagin, greiðir, robottdómarin, Lena Lómstein frá, ið Sosialurin møtti eftir fyrsta umfarið.

Til kappingina høvdu børnini eisini latið seg í nógvar ymiskar búnar, og fírdu ikki fyri at geva tað eyka av gleði og rópi, sum skal til fyri at vinna kappingina.

Til framløgurnar høvdu tey eisini gjørt nógv burturúr. Til dømis høvdu børn úr Santa Frans skúla gjørt framrokningar fram til 2060 og hetta vísti, at kavadagatalið veruliga er í eini minking.


Vinnararnir

Tað vóru fleiri ymiskar virðislønir lætnar leygardagin. Ein var fyri alla kappingina, og hana vunnu Junior Kids av Skála sum nevnt. Ein onnur var fyri samstarv og ein fyri framførslu. Tær báðar vunnu Pink Panthers, sum ganga í sjeynda í Santa Frans skúla. Teoripartin vann Klima’ks, sum eisini eru úr Havn. Tey ganga í skúla á Argjum og í Kommunuskúlanum.