Hon var fyrstu ferð at síggja á sjónvarpsskíggjanum í donsku realitysendingini Paradise Hotel í 2010, og líka síðani hevur hon javnan verið í spotlightinum. Talan er um 20 ára gomlu Amalie, sum umframt luttøkurnar í ymsum realitysendingum eisini hevur gjørt vart við seg sum sangarinda.
Seinastu vikurnar hevur Amalie verið at sæð í enn eini realityrøð, har hon saman við níggju øðrum divaum skal vera í frumskógini í Miðamerika í 30 dagar. Við í Divaer i junglen, sum er heitið á sendingini, ið verður víst á TV3, eru eisini millum annað Gustav, Jessica Sky og Tammie.
Í kvøld fríggjakvøldið vitjar Amalie danstaðið Rex, har hon fer at vísa gestunum síni kynstur sum barrvørur. Afturat sær hevur hon enn eina diva úr jungluni, Irine Babenko, sum eisini er kend frá sjónvarpssendingini Fristet.
Umframt at gera lekrar drykkir fer Amalie eisini at syngja nøkur løg av fløguni I Mine Sko, sum hon gav út í 2010.