Tvey ár eftir, at hon skapti eina sensatión, er 28 ára gamla kambodianska ?junglugentan?, sum hevði verið burtur í sløk 20 ár, so smátt byrjað at tosa. Tað var í 2007, at unga kvinnan varð funnin skitin, nakin og svong, tá hon royndi at stjala mat frá einum bónda. Hon dugdi ikki at tosa, men kundi bara siga ljóð, sum hoyra dýraheiminum til.
Søgan um Rochom P?ngieng, sum hon verður rópt, fór um allan heim. Í sløk 20 ár hevði hon livað í jungluni í, eftir at hon sum átta ára gomul var rýmd heimanífrá. Øll hesi ár hevði eingin sæð gentuna.
- Nú dugir hon at biðja um mat, vatn og onnur smáting, tá hon er svong, sigur pápi hennara, Sal Lou.
Spurnartekin hevur verið sett við, um søgan um junglugentuna veruliga er sonn. Onkur arr, sum gentan hevði, vórðu hildin kanska at benda á, at hon hevði verið fangi og heldur ikki varð hildið, at húðin undir føtrunum bendi á, at hon hevði livað í jungluni.
Løgreglumaðurin Sal Lou hevur sagt, at gentan er hansara dóttir, sum hevur verið burtur í næstan 20 ár. Hann skal kenna hana aftur av einum arri á høgra armi, ið hon fekk sum smágenta, tá hon spældi við ein knív.
Hvørki Sal Lou ella kona hansara hava latið seg DNA-kannað fyri at prógva, at Rochom P?ngieng er dóttir teirra.








