Í september í ár hevði Julianna Nesá verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár. Hon var dagrøktarmamma árini 1994 til 2016 - ella í heili 22 ár.
Hon hevur síðan arbeitt í vøggustovuni, síðan hon læt upp í 2016.
Í gjárkvøldið vóru starvsfólkini hjá Nes kommunu til árliga jólaborðhaldið, og tá varð Julianna Nesá heiðrað fyri síni 25 ár í starvi hjá Nes kommunu.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, takkaði Julionnu Nesá fyri trúgva og góða tænastu og handaði henni gávu og blómur.
- Gávan var ein málningur, sum Jón Magnus Joensen hevur málað, vita tey í Nes kommunu at siga í dag.