Julianna hevur bundið í ein mansaldur

Fyri stuttum fylti bindikonan í Havn, Julianna Didriksen, 80 ár. Hon hevur bundið síðan hon var 12 ára gomul, hon hevur skipað fyri óteljandi bingospølum og er harafturat óførur sjavsspælari. Fyri 17 árum síðan gavst hon at arbeiða, og fór í staðin at binda troyggjur fyri fólk. Og hon hevur ongantíð havt meir at gera enn nú

Glaðir pensionistar

 

Her fyri helt Julianna Didriksen úr Havn sín 80 ára føðingardag. Hann varð hildin í Pálsstovu í Havn fyri 200 fólkum. Hóast sín høga aldur, hevur hon torført at binda frið. Er hon ikki upptikin av at binda troyggjur til føroyska konu- ella mannfólkabúnan, spælir hon sjavs, bakar ella setir seg handan róðrið í bili sínum og koyrir ein túr.

- Eg bant mína fyrstu troyggju sum 12 ára gomul. Eg minnist, at hon hevði ein so vakran borda á, sum eg bant eftir einum mynstri, eg hevði sæð í eini bók. Eg vaks upp hjá ommu míni, sum lærdi meg at binda, greiðir Julianna Didriksen frá.

Hon fekk eina harða byrjan upp á lívið á Strondum, har hon vaks upp. Mamman doyði stutt eftir at Julianna varð borin heim, og vaks hon tískil upp hjá ommuni. Hon giftist ung til Toftir, og var ikki meir enn 24 ára gomul, tá hon gjørdist einkja og harvið einligur forsyrgjari. Við fimm ára gomlu dóttrini Ásu, flutti Julianna síðan til Havnar at arbeiða.

- Eg byrjaði at arbeiða á RUBA, gamla reinsaríið í Havn. Har var eg verandi í trý ár, hóast tey ikki hildu meg klára nakað serligt - eg, sum vigaði minni enn 100 pund, sigur hon flennandi.

 

Dreingirnir byrjanin til troyggjurnar

Julianna Didriksen leigaði í Havn um hetta mundi, og tað gekk ikki so long tíð til hon fann sær nýggjan mann. Tey bæði fingu seks dreingir í slag. Tá fekk hon hendurnar fullar, og treiv hon aftur í vakra handalagið, omman á Strondum hevði lært hana, og fór at binda børunum troyggjur.

- Tey høvdu øll somul føroysk klæðir. Tá gjørdi mann alt sjálvur.

Hon hevur myndir standandi av øllum sjey børnunum, øll somul í føroyskum klæðum.

- Býtt var eg at selja klæðini. Tað var soleiðis tað byrjaði, at eg fór at binda fyri fólk. Onkur vildi fegin keypa føroysk klæðir frá mær, og seldi eg klæðini hjá dreingjunum, sum vóru vorðin ov lítil. Fyri 100 krónur settið!

Ikki øll settini eru kortini farin so langt. Ikki longri enn so, enn at hon veit hvør hevur tað eina settið.

Inntøkan frá føroysku klæðunum var góð afturat tá. Men fyri at vinna meir pening, fór Julianna út at arbeiða um kvøldið, tá børnini og maðurin, sum var bakari, vóru farin í song. Tá fór hon oman í pylsuvognin á Vaglinum at arbeiða, og eitt skifti arbeiddi hon eisini á Tórs Kafeteria. Í 1977 skifti hon til fast arbeiði, tá hon fór á Landssjúkrahúsið at arbeiða sum gongsgenta.

- Á Landssjúkrahúsinum dámdi mær ótrúliga væl at vera, og har var eg verandi í góð 15 ár tilsamans.

 

Krasjaði og forelskaði seg

Tað gekk ikki millum Julionnu og pápan at dreingjunum, og fóru tey frá hvørjum øðrum nøkur ár seinni.

Julianna Didriksen hevur ongantíð verið bangin fyri at royna nakað nýtt. Hon ynskti sær eitt koyrikort, tí hon vildi sleppa at koyra hýruvogn, og tók hon tískil koyrikortið sum 44 ára gomul.

- Mann skuldi hava havt koyrikort í tvey ár áðrenn mann kundi sleppa at koyra hýruvogn, so eg mátti bíða í tvey ár, áðrenn eg fekk hýruvognsloyvi. Tá tað varð fingið í hús, koyrdi eg tey næstu í nógvu árini hýruvogn. Eina ferð krasjaði eg bilin, og tað var á verkstaðnum, at eg møtti mínum triðja manni, Davis. Hann átti verkstaðið, eg koyrdi bilin á, eftir eg hevði krasjað, og í ár eru 30 ár síðan vit bæði giftust. Hann var 43 og eg 50, sigur Julianna Andreasen við einum smíli.

Saman búgva tey í hugnaliga grannalagnum í Tórsbyrgi í Havn. Í gongini standa gamlar seymimaskinur á rað, og í einum kamari á ovaru hæddini standa tvær bindimaskinur. Ein til at binda konufólkatroyggjur og ein til at binda mannfólkatroyggjur. Hon hevur tvær maskinur, so hon sleppur undan at stilla tær inn av nýggjum hvørja ferð.

- Mannfólkatroyggjurnar bindi eg fyrst við gráum, og liti tær síðan bláar. Seinastu árini havi eg fingið alt meir at gera, og siti eg so gott sum árið runt og bindi troyggjur. Tað bara vindur upp á seg. Tað hevur ongantíð verið so nógv sum hetta seinasta árið. Fólk byrja at spyrja longu á ólavsøku frammanundan, og nú á jólum gjørdi eg fimm troyggjur, ið skuldu nýtast til jólagávur.

Sum er kann Julianna Andreasen sum pensionistur forvinna sær 58.000 krónur skattafrítt.

- Tað er gott afturat pensiónini, sigur hon.

 

Beinini ov stutt

Julianna Didriksen hevur ongantíð dámað at bundið frið. Gjøgnum árini hevur hon verið framúr virkin innan alskyns stuðulsarbeiði.

- Ja, eg havi sparkað fótbólt til frama fyri Javna, eg havi skipað fyri nógvum bingo spæli, og tað seinasta, eg eri farin at ganga upp í, er at spæla sjavs, sigur hon og peikar á glasskápið í køkinum, sum er fult við steypum.

- Tað byrjaði við at vinkonan Jana og eg fóru á sjavskapping umborð á Norrønu, og vunnu kappingina. Tey hildu, at vit snýttu og góvu tekin undir borðinum, men beinini hjá okkum eru so stutt, at tað hevði ikki latið seg gjørt, flennir Julianna.

Síðan hevur hon hildið fram við sjavsspælinum, og ætlar hon sær á næstu sjavskapping, sum verður umborð á Norrønu. Í fleiri ár hevur hon eisini verið fastur partur av shopping liðnum hjá verdóttrunum, ið á hvørjum ári leggja leiðina til Skotlands fyri at shoppa til jóla, og stendur hon tá einki aftan fyri yngra ættarliðið av kvinnum, ið elska at keypa. Í 30 ár á rað gjørdi hon sær biltúrar gjøgnum Onglands fyri at vitja familju har, men tað er ein farin tíð, nú Norrøna ikki longur siglir til Skotlands um summarið.

Hesa lítlu løtuna, vit stegða fyri at gera eitt prát við Julionnu og hennara gerandisdag sum pensionistur, setur hon seg nóg illa niðurat. Hon stákast, setir á borðið og tekur fram myndir av familjuni at vísa fram. Myndirnar á veggunum vitna um eitt langt lív og eina stóra familju. Hetta er heimið hjá Julionnu Andreasen, sum við mongu troyggjunum til føroyska búnan eisini er vorðið hennara arbeiðspláss.

- Nei, eg havi ongantíð angrað, at eg gavst at arbeiða, hóast mær dámdi væl á sjúkrahúsinum. Eg havi nokk at gera her, sigur hon glað.