Við sínum stóra renniarbeiði og styrki í luftspælinum var Julian Johnsson millum teir bestu á føroyska liðnum leygardagin.
? Eg havi ikki gjørt annað seinasta hálva árið enn at spæla fótbólt, og eg vildi vísa í dag, at eg havi tikið meg fram bæði tekniskt og taktiskt, líka mikið hvat fólk siga. Og eg haldi, at eg vísti tað, segði ein fegin Julian eftir javnleikin leygardagin.
Úrslitið var óvæntað úti í verðini rundanum okkum, men fyri føroysku spælararnar kom tað ikki heilt so óvæntað.
? Vit kenna allir, at vit eftirhondini eru vorðnir somikið góðir við bóltførleika og øðrum, at vit trúgva meira upp á okkum sjálvar, segði Julian Johnsson.
? Eitt nú í Aberdeen byrjaðu vit ikki væl, og tað gjørdu vit fyri sovítt heldur ikki í dag. Men vit kendu á okkum, at hóast skotsku spælararnir eru góðir, so eru teir ikki »yvirmenniskju« Eg haldi vit høvdu bóltin meir og høvdu fleiri opnar kjansir og vóru eisini meira ágrýtnir. Teir vóru vandamiklast við hornaspørkunum, men so fór Elliott út, og tað hjálpti, helt føroyski yrkisspælarin í Noregi.
? Í seinna hálvleiki, tá teir bert vóru 10 mans móti okkara 11, hevði tað týdning, at vit ikki gjørdust ov bráir og fóru fram at selja okkum. Tað var umráðandi at halda disiplinina, hóast tað teir seinastu 10 minuttirnar sjálvandi kundi gera tað sama, um vit taptu 1-0 ella 2-0. Tað megnaðu vit eisini sera væl at halda.
Tríggjar pentur
Einu løtuna sá tað einki út, tá Julian bleiv liggjandi eftir ein luftdyst við ein skota. Hann bløddi illa og var av vøllinum í fleiri minuttir. Tað sá út til, at Fróði Benjaminsen fór at fáa sín fyrsta landsdyst, men Kongsvinger-maðurin kom aftur á vøllin.
? Teir brúktu nógv albogarnar í luftdystunum, og einu ferðina eg fór upp, kendi eg tað bara siga klask. Eg bleiv í ørviti eina løtu. Ein veit ikki hvussu ógvusligt tað er ? tað kann bara vera ein lítil skøva, men tað bløddi illa.
Julian bleiv borin av vøllinum, fekk tríggjar pentur omanfyri vinstra eygað og helt fram.
? Læknin spurdi, um eg vildi halda fram, og tað vildi eg sjálvandi. Men í teimum næstu luftdystunum aftaná tað brúkti eg sjálvur albogarnar, tí eg var bangin fyri, at tað kundi skrædna uppaftur.
Julian helt eisini, at málið var gott, og at tú beinanvegin, tá Hans Fróði fór upp, sá at tað fór at verða mál.
? Nú skulu vit bara slappa eitt sindur av og løða upp til dystin móti Bosnia. Teir hava sjálvandi eitt gott lið, men teir eru ikki so góðir sum Skotland, og alt ber til. Eg trúgvi, at vit kunnu vinna, segði Julian Johnsson.