ONGLAND
Hull City styrkti leygardagin um sína støðu á næstfremsta plássinum. Teir vunnu á heimavølli 1?0 ímóti Torquay, men tað var tepurt. Einasta málið kom í 73. minutti. Tað skoraði írin Michael Reddy. Hann var akkurát komin á vøllin. Tá hann setti fótin undir innleggið úr høgru var tað bara onnur ferðin, at hann takti bóltin.
Undan steðginum var tað sera órudduligt og lítið samanhangandi. Men eftir hvíldina fekk Hull betri tak á spælinum, og teir vóru leikliga greitt omaná. Besta møguleikan fingu teir við brotssparki, men skotið hjá Kevin Dearden var so mikið jánkasligt, at málverjin ikki hevði trupulleikar at verja fyri.
Julian Johnsson var á Hull miðvøllinum allar 90 minuttirnar, og hann var rættuliga eyðsýndur. Tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, var tað tí, at Julian, sum var komin úr høgru og inn í brotsteigin við bóltinum, varð feldur.
Síðstu løtuna royndu gestirnir at javna. Teir komu ikki til serligar møguleikar, og tað mundi vera ábending um máttloysi, tá Gary Brabin í síðstu løtu fekk reyða kortið. Tað fekk hann fyri at smekka ælbogan í andlitið á Juliani Johnsson.