Eftir at Hull City hevur verið í einum aldudali, tykist liðið nú á veg uppaftur. Hull var við í stríðnum um fremstu sessirnar í fyrru hálvu av kappingarárinum, men síðani fór luftin úr ballónini, og liðið datt nøkur pláss niður á stigatalvuni.
Avrikið týskvøldið móti Mansfield, ið liggur á triðja plássi, bendir á, at Hull hevur tikið annað skinn um bak. Navnframi venjarin Brian Little er farin úr felagnum og ungdómsvenjarin, Billy Russell, hevur tikið við sum fyribils venjari.
Hull legði hart út og trýsti Mansfield aftur á vøllin heilt frá byrjan. Hetta gav skjótt úrslit, tí eftir tjúgu minuttir var Hull frammanfyri 2-0.
Fyrsta málið skoraði Lee Philpott eftir fjúrtan minuttir, og stutt eftir økti Gary Bradshaw um leiðsluna. Mansfield var mest sum fyri ongum, tá farið varð til hálvleik.
Julian á blettinum
Fýra minuttir eftir steðgin økti David Norris, sum júst var komin á vøllin, til 3-0. Norris er áleypari, sum Hull hevur lánt úr Bolton.
Dysturin dovnaði nakað eftir hetta, og málmøguleikarnir vóru fáir. Mansfield spælararnir fóru at spæla hart og fingu fleiri gul kort fyri grovar takklingar.
Julian Johnsson spældi allan dystin á miðvøllinum hjá Hull, og hann setti krúnuna á verkið tíggju minuttir fyri leiklok. Julian var fyrr á einum innleggi, sum málverjin kom út eftir. Julian setti høvdið á, og bólturin datt í tóma málið.
Hetta var fjórða málið hjá Julian í landskappingini, og hann hevur eisini skorað eitt mál í steypakappingum. Julian hevur spælt tilsamans 40 dystir fyri Hull higartil í ár.
Mansfield fekk pynta um úrslitið nakað seinni, tá Shane Bradley setti bóltin í netið, men Hull vann ein sannførandi sigur frammanfyri 9.158 áskoðarum á Boothferry Park.
Hinir kappingarneytarnir í oddinum vunnu eisini sínar dystir týskvøldið, og Hull er tí framvegis á sætta plássi. Átta stig eru upp til Mansfield á triðja plássi, sum gevur beinleiðis uppflyting til 2. deild. Fýra tey næstu liðini skulu spæla innanhýsis uppflytingardystir, og eitt teirra fer við trimum teimum fremstu til lovaða landið í 2. deild.
Hull hevur bara níggju dystir eftir at spæla, og tað verður tí tungt hjá Julian og liðfeløgum hansara at vinna beinleiðis uppflyting, men teir kunnu eisini dúva uppá uppflytingardystirnar.
Lokaluppgerð
Leygardagin fær Hull vitjan av Scunthorpe United, sum er ein tann argasti arvafíggindin hjá Hull. Sagt verður, at heilt fá atgongumerki eru aftur til dystin, og væntandi verður hetta best vitjaði heimadysturin hjá Hull í ár. Felagið væntar, at fleiri enn 15.000 áskoðarar taka sess á Boothferry Park leygardagin.
Dysturin hevur stóran týdning, tí Scunthorpe er í løtuni tvey stig frammanfyri Hull, sum tískil kann fara framvið grannunum við einum sigri.