Eitt føroyingalið var í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.
Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge høvdu í dag vitjan av Tønder.
Tønder vann ein greiðan 32-25 sigur. Í fyrra hálvleiki gekk væl betri hjá heimaliðnum, og var Køge á odda 12-11 í steðginum. Tønder var tó greitt omaná í seinna hálvleiki.
Køge er aftast í deildini við bert seks stigum nú teir bert hava fýra dystir eftir at spæla. Sjey stig eru upp til fjórðaftasta plássið, har Odense hevur 13 stig.
Trý tey niðastu liðini flyta niður, og tí sær svart út hjá Køge at bjarga plássinum í deildini.
Komandi leygardag hevur Køge útidyst móti næstfremsta liðnum í deildini, Grindsted.
Julian skoraði í dag tvey mál fyri Køge.