Jugoslavia fær knívin á barkan

ES og USA fara at steðga øllum stuðuli, útflýggja serbisku myndugleikarnir ikki teir, sum eru ákærdir fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í gamla Jugoslavia

Verða teir eftirlýstu krígsbrotsmenninir ikki útflýggjaðir í seinasta lagi 31. mars, fer USA at steðga øllum búskaparligum og politiskum stuðuli til Jugoslavia. Hesum hevur amerikanska stjórnin boðað frá. Samstundis hevur uttanríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, sagt, at Bruxelles fer at kvetta alt samband við Beograd, verða krígsbrotsmenninir ikki sendir til Haag. Bretska stjórnin hevur eisini gjørt vart við seg. Í London Tony Blair, at Bret-land fer at forða fyri, at Jugoslavia sleppur upp í Evroparáðið, verða teir eftirlýstu krígsbrotsmenninir ikki flýggjaðir dómstólinum í Haag.
Amerikanski umboðs-maðurin í krígsbrotsverks-málum, Pierre-Richard Prosper, handaði í vikuni serbiska forsætisráðharr-anum, Zoran Djindjic, eini kravboð frá stjórnini í Washington. Har varð sagt, at myndugleikarnir skulu útflýggja generalin Ratko Mladic og tveir aðrar heryvirmenn, sum eru ákærdir fyri at hava havt ábyrgdina av hópmorðinum í bosniska býnum Screbrenica.
Hósdagin var amerikanski umboðsmaðurin í Bosnia, har hann kravdi, at myndugleikarnir í tí serbiska partinum skulu útflýggja Radovan Karadzic. Hann hevur seinastu sjey árini fjalt seg í fjøllunum har suðuri í Bosnia.
Zoran Djindjic sigur, at myndugleikarnir fara at leggja seg eftir at taka teir ákærdu, men eygleiðarar vísa á, at tað verður ikki lætt. Nógvir serbar meta framvegis Ratko Mladic sum eina hetju, og higartil hava hvørki Zoran Djindjic ella Vojislav Kostunica, forseti torað at givið boð um at taka hann. Tað er eisini alment kent, at serbiski herurin ger sítt til at forða fyri, at tann gamli generalurin verður sendur av landinum til rættarsókn.
Men amerikanska hóttanin um at steðga øllum stuðuli kann fáa álvarssamar avleiðingar. USA hevur lovað Jugoslavia 425 milliónir krónur í stuðuli, og harafturat hevur USA tað avgerandi orðið í Heimsbankanum og Altjóða Gjaldoyragrunninum. Verða teir eftirlýstu krígsbrotsmenninir ikki útflýggjaðir, skal Jugoslavia ikki vænta sær minstu sømdir frá teimum báðum stovnunum, samstundis sum landið ikki fær eitt oyra úr amerikanska ríkiskassanum. Og hesi bæði er avgerandi fyri jugoslaviska búskapin.