Sambært tíðindastovuni Reuters hevur Jürgen Klopp, venjari hjá Borussia Dortmund, sagt upp frá kappingarenda.
Úrslitini hetta kappingarárið hava ikki gingið eftir vild, og nú hevur 47 ára gamli venjarin biðið felagið, um at loysa seg úr starvið, tá kappingarárið er av. Sáttmálin gongur annars út í 2018.
Týskir miðlar vilja vera við, at ungi venjarin ætlar at taka sær frí í eitt ár, áðrenn hann møguliga vendur aftur til venjarayrkið.
Jürgen Klopp hevur verið venjari hjá Borussia Dortmund síðani 2008, og hevur vunnið tvey týsk meistaraheitið við felagnum, umframt at hann førdi felagið í finaluna í Champions League í 2013.
Jürgen Klopp verður mettur at vera ein tann mest evnaríki ungi venjarin í evropeiskum fótbólti í løtuni, og hóast tað sigst, at hann ætlar sær at taka ein steðg frá fótbólti eina tíð, verður uttan iva gravgangur eftir honum, tá komandi kappingarár fer at nærkast aftur.
Feløg sum Manchester United, Liverpool, Arsenal og seinast Manchester City hava øll verið sett í samband við evnaríka týskaran seinastu árini.