Tær báðar seinastu judofinalurnar vóru avgreiddar fyri løtu síðani.
Fyrra finalan var hjá monnum í vektbólkinum undir 73 kg, og her hittust Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini - báðir úr Havna Judofelag.
Dysturin var sera verjukendur. Teir stríddust væl, men hvørgin maður megnaði at syfta hin. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var einki stig komið, og umdystur mátti til.
Umdysturin gjørdist eisini drúgvur, men at enda eydnaðist tað Bárði at syfta Dánjal, so at dómarin dømdi Waza-ari. Hetta fyrsta stigið avgjørdi dystin, og Bárður kundi kalla seg føroyameistara.
Seinasta judofinalan var í vektbólkinum undir 90 kg. Hon stóð millum Sigmund Johannesen og Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelag. Hendan finalan gjørdist ikki eins drúgv og hin fyrra.
Eftir stuttari løtu kom dysturin niður á gólvið, og her eydnaðist tað Hjalmari at læsa Sigmund á rygginum, og halda hann tey neyðugu 25 sekundini.
Sostatt var dysturin avgjørdur, og Hjalmar gjørdist føroyameistari í vektbólkinum undir 90 kg