Jubileumskonsertir við Kamarkórinum

Tórshavnar Kamarkór hevur í ár 25 ár á baki, og hetta verður hátíðarhildið við fleiri konsertum. Fyrstu tvær konsertirnar vera um vikuskiftið ? tann fyrra í Sandavágs Kirkju fríggjakvøldið klokkan 19.30, og hin seinna í Vesturkirkjuni í Havn leygardagin klokkan 17.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson, sum tey flestu helst kenna betur sum orkesturleiðara hjá Føroya Symfoniorkestri. Hetta vera fyrstu konsertirnar við nýggja kórleiðaranum, sum hevur sett saman eina skrá við bæði nýggjum og eldri kórtónleiki.

Sjálvur sigur Bernharður soleiðis um skránna: ?Skráin fevnir um tónleik úr Onglandi og Íslandi. Tann sonevnda gylta tíðin í enskum tónleiki er væl umboðað við tónaskøldunum Byrd, Tallis, Farrant, Gibbons og Purcell.

Ísland hevur nógvan kórtónleik, og fleiri av teimum framførdu verkunum hava longu skrivað seg inn í kórsøguna.

Bæði Ongland og Ísland eru lond, ið hava havt stóran týdning fyri meg tónleikaliga.

Og so eru sjálvandi eisini nakrar føroyskar perlur umframt nakrir franskir sangir við í skránni?

Konsertirnar, sum eru ein liður í fyrireikingunum til eina Fraklandsferð eftir summarferðina, eru ókeypis, men tó verður høvið at lata eitt oyra.