JT electric stóra bílegging úr Skotlandi

Sáttmálin, sum felagið hevur fingið við Marine Harvest í Skotlandi, er upp á umleið hálva miljón krónur, sum er ein góður sáttmáli fyri fyritøkuna á Kambsdali Nú stóra fiskivinnustevnan Fish Expo Faroes 2009 hevur verið hildin í Føroyum, hevur fyritøkan á Kambsdali, JT electric, gjørt ein stóran sáttmála um aliljós við alifelagið Marine Harvest í Skotlandi.

JT electric á Kambsdali hevur í fleiri ár framleitt ljós til alivinnuna, og nú er so enn ein nýggjur sáttmáli um veiting komin í hús.

Sofus Gregersen, sølu-og marknaðarleiðari hjá JT electric, sigur, at sáttmálin snýr seg um eini 200-300 aliljós, og í krónum er talan um eina hálva miljón.

- Hetta er ein hampiliga stórur sáttmáli í okkara verð, ásannar hann.

Tað eru norðmenn, sum eiga Marine Harvest í Skotlandi, og tað eru eisini norðmenn, sum eru við í Marine Harvest í Føroyum.

Sofus Gregersen sigur, at sjálvandi er JT electric ikki einamallur veitari av aliljósum í londunum kring um okkum, men felagið hevur drúgvar royndir í hesi framleiðslu gjøgnum mong ár.

- Í hesum førinum vunnu vit kappingina um aliljósini til skotska felagið í kapping við framleiðarar í Skotlandi og Noregi.

Hann sigur, at JT electric vann kappingina, tí felagið hevur eina góða og driftstrygga vøru, ljósini eru løtt at seta upp, og haraftrat eru tey løtt at servisera.

- Aftrat øllum hesum eru okkara aliljós kappingarfør í prísi, leggur Sofus Gregersen aftrat.

JT electric hevur góð sambond í Skotlandi, og eitt nú hevur felagið samband við fyritøku, sum aftur hevur gott samband við Marine Harvest.

- Skotska felagið hevur soleiðis havt sín leiklut í hesum sáttmála, sum endaliga kom undir land í fyrradagin.

Sølu-og marknaðarleiðarin sigur, at JT electric hevur ikki havt veitingar til skotska felagið áður, og tí er hetta felag ein nýggjur kundi hjá teimum.