JT electric selir trolkamera í USA

Í november luttók fyritøkan JT electric á Kambsdali á Pacific Marine Expo í Seattle. Ein av teirra bestu kundum er stóra reiðaríið American Seafood Company. Pacific Marine Expo er ein framsýning við ymiskari fiskivinnutøkni, har framleiðarar og útbjóðarar sýna fram sínar vørur, og keyparar leita fram við at síggja tað nýggjasta innan tøkni.

Umboðini, sum JT electric hevði á hesi stevnu, vóru Rúni Petersen, sum er verkætlanar-og søluleiðari av trolkameranum, sum fyritøkan framleiðir og Sofus Gregersen, marknaðarleiðari.

Rúni hevur ábyrgdina av, at menningin av trolkameranum, sum má sigast at vera stoltleikin hjá JT electric, ikki stagnerar, men heldur fram.

Fyritøkan á Kambsdali hevur ikki luttikið á Pacific Marine Expo áður, men eitt nú trolvirkið Vónin hevur áður verið við á framsýningini.

Ávegis til Seattle var JT electric í Íslandi og á vegnum heimaftur var fyritøkan eisini umboðað í St. John?s, har Vónin hevði eitt átak og vísti fram sínar framleiðslur.

Við allari nýgerð og menning av tøkni er neyðugt at hava neyvt samstarv við vinnuna, og tað hevur JT Electric eisini havt, síðan felagið fyri 4-5 árum síðan fór undir áhugaverdu verkætlanina við trolkameranum.

- Høvuðsorsøkin til, at vit fóru við til hesa messu í Seattle er, at vit hava ein av okkara bestu kundum har yviri, nevniliga American Seafood Company. Hetta felag hevur fleiri stórar verksmiðjutrolarar. Nøkur skip hjá hesum felag brúka okkara trolkamera, og teir eru avbera væl nøgdir. Í løtuni hava fýra skip hjá American Seafood Company okkara trolkamera, og nú hava teir bílagt eitt aftrat, siga Rúni Petersen og Sofus Gregersen.