JT electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Sterner UK, sum hevur høvuðssæti í Inverness í Skotlandi.
JT Electric sigur, at Sterner UK er eitt væl rikið felag og er sterkt á skotska marknaðinum innan tøkniliga tænastu og vørumenning til alivinnuna.
-Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at fáa fótin fastan í Skotska marknaðinum, og vit fegnast um, at kundarnir hava tikið sera væl í móti okkara vørum og okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur Suni Justinussen, stjóri í JT electric.
Suni Justinussen metir, at við vøkstrinum, sum JT Electric hevur havt í Skotlandi seinastu tíðina, er neyðugt at taka stigið at keypa skotsku fyritøkuna fyri at vera meira til staðar á skotska marknaðinum. Sterner UK hevur frammanundan verið í tøttum samstarvi við JT Electric í sambandi við sølu og tænastu av føroysku vørunum, sum eru seldar til alivinnuna í Skotlandi.
– Keypið av Sterner UK er partur av okkara vakstrarætlan uttanlands. Við hesum keypinum vænta vit, at vit kunnu betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á, sigur Suni Justinussen og leggur aftrat, at við samanleggingini verða eisini góðar umstøður fyri menning og vitanarskifti millum feløgini.
– Í samanlagda felagnum koma at arbeiða 70 dugnalig starvsfólk við servitan, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heims marknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen.
JT electric er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur starvsfólk í Føroyum, Danmark, Polandi og Skotlandi. Sermerkta fóðurskipanin hjá JT electric verður dagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggju tals milliónum laksum í nærum 70 alibrúkum kring heimin.
Tað er P/F Tjaldur, sum eigur JT electric saman við leiðsluni í JT electric.