Í morgin fer grønlendska Landstingið at velja annan formann fyri Jonathan Motzfeldt, sum hevur lagt frá sær, eftir at hann er meldaður fyri kynsligan ágang Tað kann væl henda, at nýggi formaðurin í Landstinginum fer eisini at eita Motzfeldt, tí tveir av andstøðuflokkunum, IA og Demokratarnir, hava skotið upp at velja fyrrverandi IA-formannin Josef Motzfeldt til tingformann.
Sostatt hevur Josef Motzfeldt stuðul frá 14 av teimum 31 tinglimunum.
Formaðurin í Atassut, Finn Karlsen, segði fyrradagin, at tað týdningarmesta er at finna ein formann, sum kann savna Landstingið. Sjálvur hevði hann einki ímóti at velja ein formann úr andstøðuni.
Josef Motzfeldt hevur sitið í Landstinginum í 20 ár.










