José Mourinho: Hetta sigur nógv um tíðina

Premier League: Tottenham vann í góðan sigur í Burnley, men tað sæst ikki aftur á spælarunum

Í gjár tveir teir seinastu dystirnir í 6. umfari í Premier League. Brighton og West Bromwich spældu javnleik 1-1, meðan Son Heung-min enn eina ferð blriv avgerandi fyri Tottenham, sum vann 1-0 á útivølli móti Burnley.

Son Heung-min er í holt við eitt fantastiskt kappingarár. Hann hevur eftir seks dystir skotið átta mál. Tey flestu av teimum hevur Harry Kane lagt upp til. Teirra samanspæl hevur riggað avbera væl í hesum kappingarárinum.

Eftir dystin var tó ilt at fáa eyga á gleðina í skiftirúminum hjá Tottenham. Flestu av spælarunum settu seg við sína fartelefon og tað hevur José Mourinho, venjari, eisini fingið við. Hann hevur lagt myndina, sum er ovast, út á sosialu miðlarnar og skrivar: “Eftir góðan sigur í einum hørðum dysti – hetta sigur nógv um tíðina”.

Premier League 6. umfar:

Brighton – West Bromwich 1-1

Burnley – Tottenham 0-1

Southampton – Everton 2-0

Wolverhampton – Newcastle 1-1

Arsenal – Leicester City 0-1

West Ham – Manchester City 1-1

Fulham – Crystal Palace 1-2

Manchester United – Chelsea 0-0

Liverpool – Sheffield United 2-1

Aston Villa – Leeds 0-3

1Everton641114:913
2Liverpool641115:1413
3Aston Villa540112:512
4Leicester640213:812
5Tottenham632116:811
6Leeds631212:910
7Southampton631210:910
8Crystal Palace63128:910
9Wolves63126:810
10Chelsea623113:99
11Arsenal63038:79
12West Ham622212:88
13Manch.City52218:88
14Newcastle62228:108
15Manch.Utd52129:127
16Brighton612310:125
17WBA60336:143
18Burnley50143:91
19Sheffield Utd60153:91
20Fulham60155:141