Í hesum døgum er føroyskt ferðalag farið til høvuðsstaðin í Svøríki, Stokholm.
Í kvøld byrjar nevnliga HM í karaoke, og tá bresta luttakarar úr 30 londum saman í kapping um at gerast heimsins besti karaoke-sangari. Kvinnuligu og mannligu vinnararnir fáa umleið 30.000 krónur í vinningi umframt ymiska tónleikaútgerð.
Føroyar hava verið við í kappingini fleiri ferðir áður, og í ár er einki undantak. Jona á Váli Olsen og Heri Olsen gjørdust føroyameistarar herfyri og vunnu sær tá rættin til at umboða Føroyar í heimsmeistaraskapinum.
Kappingin fer av bakkastokki í dag klokkan 15 føroyska tíð, har allir sangarar fáa høvið at syngja ein sang í hvør. Kappingin væntast at enda um 22-tíðina føroyska tíð.
Sambært skránni er Jona nummar 31, og Heri er nummar 45 í røðini.
Luttakarnir báðir eru sera spentir. Heri hevur roynt einaferð áður, men sangvalið hesuferð er øðrvísi. Tí gleðir hann seg nógv at vita, hvussu tað fer at eydnast.
Heri byrjar í kvøld við sanginum Knights of Cydonia hjá Muse.
Jona er við fyri fyrstu ferð, og hon skal syngja Cry me out hjá Pixie Lott. Hon gleðir seg heilt ótrúliga nógv, og hon merkir longu, at hetta er alvorligt.
Til ber annars at fylgja beinleiðis við kappingini á livestream http://www.karaokeworldchampionships.com/live/
Somuleiðis verða leypandi daføringar at finna á facebook síðuni hjá Karaoke Føroyar: https://www.facebook.com/pages/Karaoke-Føroyar/114225195273511?fref=ts