Jólatræið í Havn tendrar 27. november

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 27. november kl. 15.30. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað, skráin verður lýst seinni.

 

Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.

 

Skráin yvir øll tiltøkini í desember verður kunngjørd seinni, upplýsir Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.