Jólanissur á Malarenda Beach

Onkur rópar tær "harða kjarnan". Heitið slóu tær líka sum fæst, tá tær í kava og frosti herfyri lupu á bláman.

Aftur í morgun hava fýra kvinnur - hesaferð í nissuhúgvu - hættað sær at leypa út í á Malarenda í Nólsoy - ja, kanska av onkrum rópt Malarenda Beach.

 

Á facebook-profilinum "Nólsoy í myndum" liggur í dag henda frálíka myndin og tær, sum tóku stigið í morgun og yvirvunnu allan kulda, vóru fv. á myndini, Kristina, Evy, Jacoba og Agnetha.

 

Í heyst hava kvinnur í Nólsoy svomið regluliga á Malarenda, og tað er serliga leygarmorgun og sunnumorgun, at tær finna sær løtuna at leypa á bláman.

 

Onkur rópar tær "harða kjarnan" í Nólsoy, og hetta heitið slóu tær líka sum fæst, tá tær ein morgun herfyri - í kava og frosti - lupu á bláman. 

 

Tað er komið fyri, at menninir hava verið við, men tað er undantakið. Teir hætta sær ikki líka væl sum kvinnurnar.