Jólakonsert í Christianskirkjuni

Afturvendandi jólakonsertin, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri í Christianskirkjuni undan jólum, var í gjárkvøldið fyri fullsettari kirkju.

Afturvendandi jólakonsertin, sum Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri í Christianskirkjuni undan jólum, var í gjárkvøldið fyri fullsettari kirkju.

 

Konsertin varð útsett vegna veður frá síðsta vikuskifti, men kanska so mikið betur vóru kór og orkestur fyri. Hesaferð sang Kórið í Christianskirkjuni - Hallur, Beddy og Kristina, umframt at Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

 

Til seinast sungu kór og orkestur saman Hin heilagi staðurin, meðan øll, sum kundu geva ljóð frá, sungu og spældu Gleðilg jól saman til endans.

 

Ein frálík og fjálg jólakonsert, sum tú mást vera við til, fyri at koma í rættiligt jólahýri og -hugna. Ja, tað sigst, at fleiri lesandi úti í heimi leggja sær ferðina heim til jóla eftir, nær jólakonsertin í Christianskirkjuni er.

 

Síggið fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER