Jólakongarnir í Premier League

Manchester United vinnur, Theo Walcott skorar og Everton og Villa tapa. Tað siga tølini

Dagurin í dag verður í Bretlandi rópur fyri “Boxing Day”. Tað er altíð fult umfar í Premier League hendan dagin, har tað verður gjørt nógv bruturúr til dystirnar. Soleiðis er eisini í ár. Bretskir miðlar hava eisini funnið fram til hvør er bestur til at spæla á Boxing Day.

 

Les eisini: Søgurnar siga Bale og Manchester United

 

Síðani Premir League bleiv stóvnað í 1992, hevur Manchester United bara tapt ein dyst á hesum degi. Tað var í 2002, tá teir taptu 3-1 fyri Middlesborugh. Teir hava vunnið 86 prosent av dystunum hendan dagin, og eru sostatt jólakongarnir í Premier League.

 

Manchester United tekur í dag móti Newcastle. Manchester United hevur vunnið seks av teimum seinastu sjey dystunum, og spælt ein javnan. Newcastle hevur hinvegin tapt tríggjar av teimum seinastu fimm og bara vunnið ein dyst.

 

Theo Walcott skorar

 

Næstmest vinnandi felagið á Boxing Day í Premier League er Arsenal. Teir hava vunnið 15 av teimum 22 dystunum. Av teimum sjey, sum teir ikki hava vunnið, eru seks endaðir við javnleiki og bara eitt tap.

 

Arsenal spælir á heimavølli móti QPR. Arsenal hevur tann núverandi spælaran, sum hevur skotið flest mál hendan dagin. Talan er um Theo Walcott, sum hevur skotið seks mál á Boxing Day. Søguliga hevur Robbie Fower metið við átta málum fyri Liverpool og Manchester City.

 

Everton og Villa klára seg illa

 

Av teimum liðnum, sum hava verið í Premier League meginpartin av tíðini, so eru Aston Villa og Everton stóru tapararnir. Aston Villa hevur bara vunnið tríggjar dystir av 22 hendan dagin, meðan Everton bara hevur vunnið seks.

 

Everton tekur móti Stoke á Goodison Park í Liverpool, meðan Aston Villa er á útivølli móti Swansea. Trý lið í Premier League hava ongantíð vunnið á Boxing day. Tey eru Burnley, Hull og Swansea, men tey hava samanlagt bara spælt sjey Boxing Day dystir.

 

Premier League 18 umfar:

Í dag:

Chelsea - West Ham (12:45)

Burnley – Liverpool (15:00)

Crystal Palace – Southampton (15:00)

Everton – Stoke (15:00)

Leicester – Tottenham (15:00)

Manchester United – Newcastle (15:00)

Sunderland – Hull (15:00)

Swansea - Aston Villa (15:00)

West Brom - Manchester City (15:00)

Arsenal – QPR (17:30)