Jólagudstænastan verður uttandura í ár

Heitt verður á fólk um ikki at seta bilin á parkeringsplássi hjá kirkjuni

Av tí, at so nógv verða smittað við koronu í hesum døgum, er gørt av, at kirkjurnar verða stongdar jólaaftan og jóladag. Men í Hoyvík hava tey tikið støðu til, at halda jólagudstænastuna uttan fyri kirkjuna. Sostatt verður jólagudstænastan klokkan 16 jólaaftan uttan fyri kirkjuna.

Tað verður Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum prædikar. Prestur sigur, at talan er um eina stutta guðstænastu við sálmum og jólaprædiku, og hann mælir til, at fólk taka sálmabókina niður sum app at syngja úr. Samstundis heiltir hann á fólk um ikki at seta bilin á sjálvt parkeringsplássið við kirkjuna, men heldur á parkeringsplássini nærhendis. Tað sær út til at fara at viðra hampiliga væl, sum sum nú er, sigur hann frá einum sjey metrum um sekundi av eystri og turt seinnapartin jólaaftan.