Jólabýur opin í Vági

Í dag lat jólabýur upp í Suðuroyar Sparikassa í Vági.

Í dag var opið fyri almenninginum eftir klokkan 16 í høvuðsdeildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági.

 

Orsøkin var, at ein nýggjur jólabýur varð latin upp.

 

Talan er um jólabý, har nakað av tí, sum er at síggja, er keypt, men stórur partur er framleiddur í Føroyum. Nærri greitt frá: í Vági.

 

Tað eru tey, ið starvast á Verkstaðnum inni á Bakka í Vági, ið er vardur verkstaður, ið hava framleitt.

 

Jólabýrin er at síggja í høvuðsdeild Suðuroyar Sparikassa í jólamánaðinum.