Johnny Logan vinnur platin

Country-legendan Johnny Logan hevur herfyri fingið nógvan heiður úr hinum Norðurlondunum. Í Danmark hevur hann nevniliga vunnið platin (40.000 seldar fløgur), meðan hann í Noregi hevur vunnið dupultplatin (80.000 seldar fløgur).

 

11. desember 2007 kemur hesin heimskendi írski sangarin og sangskrivarin til Føroya saman við orkestri sínum, her hann hevur konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi. Hetta er ein partur av eini ferð í norðanlondum í november og desember mánaða við ?Johnny Logan?s X-Mas Show?.

 

Johnny Logan trein inn á altjóða tónleikapallin í 1980, tá hann vann Altjóða Melodi Grand Prix við sanginum ?What?s Another Year?. Sangurin endaði skjótt ovast á øllum evropeiskum hitlistum og fleiri enn 3 milliónir eintøk vórðu seld av single-útgávuni. Við Ekstra Bladet sigur Logan, at hann er blivin biðin um at skriva eitt lag fyri heimlandið Írland til Melodi Grand Prix?ið, men at hann enn ikki hevur tikið av. ? Eg vil fegin skriva eitt lag, men so skal tað vera onkur heilt serligur persónum, sum skal framføra lagið, onkur sum eg trúgvi uppá. Sjálvur heldur hann ikki, at hann hevur nakran kjans í kappingini longur. ? Einasti møguleikin fyri meg at vinna er, um eg fekk mær eina kynsskurðviðgerð og kom at eita Jenny Loganovich.

 

Tann seinasta fløgan hjá honum, ?The Irish Connection?, sum varð givin út í Danmark í apríl í ár hevur staðið seg óvanliga væl. Í Danmark eru fleiri enn 50.000 eintøk av fløguni seld. Eisini á donsku hitlistunum hevur ?The Irish Connection? leingi ligið ovarlaga og hevur verið á hitlistanum í 37 vikur út í eitt.