? Eg eri bara glað fyri, at hann er komin niður aftur í øllum góðum. Sjálvur ljóðaði hann glaður, men móður, sigur ein errin Eyðgerð Joensen, sum er mamma Johnny, sum í gjáramorgunin kom niðuraftur av tí 7129 metur høga fjallinum, Baruntse.
Í mars mánað gjørdist greitt, at vestmenningurin, Johnny Joensen, hevði ætlanir um at klintra upp á heimsins hægsta fjall, Mount Everest. At klintra upp eftir heimsins hægsta fjalli er ikki sørt vandamikið. Tað krevur nógva venjing og eisini krevst, at tú hevur royndir við at klintra upp á líknandi fjøll. Hetta gevur eitt viðmæli, sum sigur, at tú ert egnaður til at klintra.
Um mánaðarskiftið september-oktober fór 27 ára gamli Johnny Joensen til Nepal, har hann saman við 11 danum skuldi klintra upp á 7129 metur høga fjallið, Baruntse. Hetta er at síggja sum upptøkuroyndin til at sleppa upp á Mount Everest.
Á toppinum
Seinast í august mánað tosaði Sosialurin við Johnny. Tá segði hann soleiðis:
? Eg geri túrin, bara fyri meg sjálvan og ongan annan. Eg vænti ikki, at eg broytist, eydnast tað mær at náa toppinum á Baruntse, men eg verði glaður. Tá havi eg prógvað, at eg kann, og tá eri eg klárur til endaliga málið: Mount Everest.
Johnny hevur eisini vant hart mánaðarnar undan túrinum. Kappróður og hondbólt, umframt at hann hevuri verið á ítróttarskúla og eitt ár í danska herinum. Eisini hevur hann gingið teinar í fjøllunum ? ein teirra var frá Tjørnuvík til Vestmannar við allari útgerðini. Hesin túrurin tók honum seks tímar.
Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á Johnny sjálvum. Men hann hevði tosað við mammu sína tíðliga mikumorgunin.
? Hann segði, at tey høvdu verið heilt uppi á toppinum og hann var komin niður aftur í øllum góðum ? hann var glaður, men ógvuliga troyttur. Túrurin hevði verið ógvuliga stærvin, sigur mamma Johnny, Eyðgerð.
Tá komið er upp á eini 6000 metra hædd, gerst luftin ógvuliga tunn, og ringt er at anda. Seinastu 2-3000 metrarnr skulu eisini klintrast í kava og ísi. Ein av dønunum, sum var við á túrinum hevði fingið frost í fingrarnar, men annars hevði túrurin gingið væl.
Johnny sigur við mammu sína, at tað er ógvuliga ringt at koma inn á eitt hold, sum skal upp á Mount Everest.
? At koma upp á Mount Everest kostar 500.000 krónur. Tað var meira enn hann hevði væntað. Telefonsambandið var so ringt tá hann ringdi. Tað klikti nógv í, og tí hoyrdi eg hann ikki so væl. Men eg eri bara glað fyri, at hann er komin aftur í øllum góðum, sigur Eyðgerð Joensen at enda.
Men hvussu verður ella ikki, so hevur vestmenningurin longu nú sýnt eitt megnarbragd, tí at klintra 7129 metrar yvir vatnskorpuni í kava og ísi er ikki bara sum at siga tað. Men túrurin upp á Mount Everest er nú eitt stig nærri.